Jasper Steinhausen

19. juni 2025

Jasper Steinhausen er rithøvundur til altjóða Amazon Bestseljaran “Makin Sustainability Profitable”. Hann hjálpir smáum og miðalstórum framleiðslufyritøkum at gera burðardygd til ein kappingarfyrimun, har hann hevur arbeitt saman við yvir 100 fyritøkum við at gera burðardygd til ein part av kjarnuvirkseminum – við vøkstri og úrslitum.

Hann hevur eina candidat í Environmental and Socio-economic Planning, har serligur dentur var lagdur á burðardygga menning og loysnir av umhvørvistrupulleikum í vinnuni. Harumframt hevur hann EPEA útbúgving sum Certified Cradle to Cradle Consultant við serligum førleikum innan burðardygga fyritøkum og ringrásabúskap, diplomútbúgving í marknaðarførslu og samskifti, diplom innan samráðing og coaching frá DJØF og diplom í journalistiskum arbeiðsháttum frá Danmarks journalisthøjskole.

Í meira enn 15 ár hevur hann verið ein av fremstu innan burðardygga vinnumenning og ringrásabúskap. Hann nýtir royndar karmar og amboð – eitt nú egið amboð, Impact Blueprint – fyri at samansjóða strategi og burðardygd. Jasper deilir regluliga ítøkilig ráð, dømi, frásagnir og strategiir innan burðardygga leiðslu. Hann hevur ein videobaseraðan tíðindapost (Outside Perspective), sum gevur dýpd og yvirlit yvir størri gongdir innan burðardygga vinnu. Hann skrivar eisini Impact Tomorrow – eitt tíðindabræv við  íblástri til dagligan rakstur við burðardygd í huga.