Imran Rashid
Imran Rashid er lækni, KT íverkseti og rithøvundur. Hann hevur m.a. skrivað best-seljaran “Sluk”.
Harafturat er hann ein bergtakandi fyrilestrahaldari, sum megnar at lýsa evnið talgilding á ein sera áhugaverdan hátt.
Imran Rashid gevur íblástur til hvussu vit sum menniskju, samfelag og fyritøkur kunnu gagnnýta møguleikarnar í talgildingin hevur við sær. Men hann setur somuleiðis sjóneykuna á hvørjar fellurnar eru, sum vit skulu varða okkum fyri í hesum sambandi.