Imran Rashid

6. mars 2024

Imran Rashid er útbúgvin serlækni í almennari læknafrøði, seriuíverkseti og fyrrverandi menningarstjóri í størstu ketuni av privathospitalum í Danmark, Aleris-Hamlet. Hann er rithøvundur til bestseljararnar “SLUK”, “Offline”, Sunde Vaner – skabt med vilje” og til seinasta bestseljaran “Mærkbarhed”. Harafturat arbeiðir hann í altjóða “healthteck-fyritøkuni” Lenus.io, sum sunnheitsfakligur menningarstjóri. At enda er hann maðurin aftanfyri borgarauppskotið í Danmark, sum skal minka um handilsliga misnýtslu av børnum og ungum hjá tech-íðnaðinum.

Imran er ein bergtakandi fyrilestrahaldari, sum megnar at lýsa evnið talgilding á ein sera áhugaverdan hátt.

Imran Rashid gevur íblástur til hvussu vit sum menniskju, samfelag og fyritøkur kunnu gagnnýta møguleikarnar í talgildingin hevur við sær. Men hann setur somuleiðis sjóneykuna á hvørjar fellurnar eru, sum vit skulu varða okkum fyri í hesum sambandi.