Henning Andersen Bröchner

28. oktober 2020

Henning Andersen Bröchner hevur 25 ára royndir sum CFO í fyritøknum TOP-TOY, Løgismose Meyers, KOMPAN og IC Group. Hann hevur sostatt verið koncern-CFO í altjóða fyritøkum í øllum pørtum av heiminum.

Henning hevur eisni royndir frá fleiri ymiskum eigarasamansetingum. Fyritøkur sum eru ogn hjá familjum, kapitalfondum og børsnoteraðum fyritøkum. Nakrar av teimum hava eisini skift eigaraform, meðan hann hevur starvast har. Henning hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í sambandi við børsnoteringar, avnoteringar og í fleiri uppkeypum og fusiónum.

Í dag arbeiðir hann sum professionellur nevndarlimur og investorur.

Hansara bakgrund ger, at hann er sera alsidigur og áhugaður í handilsviðurskiftum. Tú fært soleiðis atgongd til hansara mongu royndir, tá hann gevur tær innlit í hvussu tú leiðir, við úrslitinum sum fokusøkið, tó tengt at strategi og økonomi.