Helga á Borg
Helga er útbúgvin cand.jur á Københavns Universitet í 2008 og gjørdist advokatur í 2011. Hon hevur arbeitt í nógv ár innan advokatvinnuna í Keypmannahavn og eisini í danska Fíggjareftirlitinum.
Helga arbeiðir til dagligt sum advokatur á Advokatskrivstovuni, har hon fæst við flestu rættarøki, tó fyllir vinnulívsrættur mest. Hon veitir eisini í sínum dagliga arbeiði ráðgeving innan persóndatarætt, herundir GDPR.
Í mars 2019 tók Helga eina eftirútbúgving innan persóndatarætt/GDPR og fekk CIPP/E certificering.
Síðani 1. juli 2020 hevur hon verið forkvinna í føroyska Dáturáðnum.