Gisleyg Bonde
Gisleyg hevur alt sítt lív bundið við hond. Seinastu 30 árini, hevur hon eisini bundið við maskin.
Gisleyg hevur rikið Hondarbeiðsbúðina í 25 ár, men mátti gevast, tá ein oljuleki rakti bygningin, har hon helt til. Nú fæst hon nógv við at tekna til føroysk klæðir.
Fyri 20 árum síðani, fór hon í holt við gera mynstur í DesignaKnit, har hon m.a. brúkar nógv teknikkin Cut and sew. Tá Gisleyg var í Hondarbeiðsbúðini, seldi hon bæði bindimaskinur og DesignaKnit. Tey sum keyptu frá henni, fingu frálæru í at brúka maskinu og forrit.