Dorthe Birkmose
Dorthe Birkmose er cand.psych. frá Århus Universiteti i 2001 við spesiali í manglandi viðurkenning. Hon hevur verið sjálvstøðug síðani 2004. Hon hevur havt supervisión fyri fakfólki, sum samstarva við menniskjum sum hava eina atferð, sum elvir til trupulleikar. Hon hevur gjøgnum hesi árini fingið innlit í, hvørja ávirkan sálarligt slit hevur á fakfólk og fekk her eyguni upp fyri “Forråelse”.
Hon skrivaði kendu og dapru bókina “Når gode mennesker handler ondt”, sum viðgerð tabuevni um “forråelse”. Í dag arbeiðir hon burturav sum fyrilestrahaldari og gleðist um, at fleiri og fleiri ynskja at seta vandan fyri “forråelse” á dagsskránna, so mann í felag kann gera nakað við trupulleikan.
Hon gleðist um, at hon eisini – ferð aftaná ferð – sær, hvussu professionel eydnast í teirra arbeiði at hjálpa øðrum. Hesar royndir hevur hon nú savnað í bókini “Mennesket er motiveret”, har hon roynir at vísa á, at vit hava eina ovurstóra “metodu-buffet”, sum ger, at vit í veruleikanum aldrin hava roynt alt. Tað er altíð okkurt afturat, vit kunnu gera.