Dennis Nørmark
Dennis Nørmark er antropolog, rithøvundur, fasilitator, fyrilestrarhaldari og skeiðleiðari. Hann er helst best kendur sum rithøvundurin aftanfyri metsølubókina Pseudoarbejde, og er kendur sum ein dugnaligur miðlari av gransking. Nýggja bókin hjá honum og Christian Groes, “Gid min chef var høvding” er á bestseljaralistanum hjá Gyldendal.
Dennis Nørmark er ofta at síggja á sjónvarpsskíggjanum og hoyra í útvarpinum. Hann er opinskáraður, men neyvur analytikari av samfelagsligum, politiskum og mentanarligum spurningum. Hann hevur leiðsluroyndir, eitt nú sum næstformaður í nevndini hjá DR.