Dennis Hørmann

29. apríl 2025

Altjóða kandidat við meira enn 15 ára royndum innan stuðulsinnsavnan og menning av hugskotum bæði í Danmark og altjóða.

Dennis er útbúgvin á universitetum í Danmark, Onglandi, Barcelona og Costa Rica til at arbeiða innan búskap, fígging og verkætlanarleiðslu.

Dennis Nørmann og Rasmus Munch, sum eru fastir undirvísarar á Fundraiser útbúgvingini, eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu, altjóða sølu, marknaðarføring v.m. síðani 2005, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S, sum er størsta stuðulssíða í Danmark.

Teir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið.

Seinastu 12 árini hevur Dennis verið leiðandi partnari í Fundraiseren – eitt skjótt vaksandi ráðgevarafyritøka í Danmark, við sergrein í stuðulsinnsavnan og KT-loysnum til professionellar stuðulsinnsavnarar. Fyritøkan hevur fingið fígging til meira enn 40 milliónir EUR og hevur útbúgvið meira enn 10.000 fólk. Fyritøkan hevur m.a. sum tann einasta í Danmark altjóða góðkenda fundraising útbúgving umframt mest umfatandi fundraising databasu.

Hansara styrki er at eyðmerkja góð hugskot og gera tey til veruligar vinnumøguleikar við hjálp av uttanhýsis fígging – serliga frá privatum grunnum í Danmark og altjóða.