Claus Fadum Nissen, Aros

5. februar 2019

Síðani 1995 hevur Claus Fadum Nissen arbeitt við at hjálpa fyritøkum í Evropa og Norðuramerika til at nøkta tørvin hjá kundanum og til at tjena pengar. Tað hevur hann gjørt frá tveimum síðum av borðinum.

Fyrsti partur av hansara karrieru hevur hann arbeitt sum leiðari í førandi donskum fyritøkum, eitt nú FLSmidth og LEGO og sum nevndarlimur í eitt nú Unicon Beton og Nyborg Plast.

Annar partur av hansara karrieru – síðani 2005 – hevur hann arbeitt sum management konsulentur  hjá PA Consulting, KPMG og Cognizant í Keypmannahavn og New York.

Claus hevur fokus á design og transformatión av processum, organisatiónum og modellum í einari røð av ymiskum vinnugreinum, eitt nú innan tað almenna, flutning, energi, advokat- og heiluvágsfyritøkur.