Brian Nygaard Oswald – Persónsupplýsingarlógin

1. juni 2018

Undirvísari er Brian Nygaard Oswald, sum seinastu 10 árini hevur nomið sær servitan innan persóndatarætt, fyrning, inkasso og rættarmál. Hann hevur hildið fleiri skeið í Føroyum, har hann hevur fingið sera góðar eftirmetingar.

Brian hevur arbeitt sum advokatur hjá Advokatgruppen Danders & More, Ret & Råd Odense, og hjá Advokat Frede Tellefsen. Hann undirvísir eisini fyri JUC, ið er ein donsk skeiðsfyritøka, sum hevur spesialiserað seg innan løgfrøðiskeið. Hann hevur eisini arbeitt í New York eitt ár.

Ert tú advokatur, kunnu vit viðmerkja, at hetta skeiðið kemur undir reglurnar fyri obligatoriska eftirútbúgving og telur 7 lektiónir.