Brian Eberhardt

22. januar 2019

Brian Eberhardt er útbúgvin civilverkfrøðingur. Síðst í ’70 unum, var hann ein av teimum fyrstu í Danmark, sum var á internetinum. Hann hevur síðani arbeitt innan KT. Í 1984 stovnaði hann KT-fyritøkuna SuperUsers, sum í dag er størsti útbjóðari av KT-skeiðum í Danmark.

Brian er ein sera vælumtóktur skeiðshaldari, sum lættliga fær áhoyraran at skilja, eisini kompleks viðurskifti. Hann hevur sera stóra vitan innan øki eftirgjørdan intelligens, sum hann hevur fylgt við í, frá byrjan.