Berit Weise

26. juni 2018

Berit hevur eina master vaksnamanna pedagogikki frá RUC og hevur eina leiðsluútbúgving. Harafturat er hon menningarráðgevi og kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur. Og so hevur hon meira enn 25 ára royndir í at undirvísa vaksnum fólkum.

Berit dugur sera væl at skapa sambond, tryggleika og menning, har luttakararnir sjálvir eru aktivir. Hon er kend fyri sín eldhuga, uppmerksemi og førleika til at motivera til luttøku, broyting og vøkstur.

Tá Berit undirvísir megnar hon at hava eina góða blanding av innara ró og lívligari megi.