Bente Lynge | Serfrøðingur í barnapsykologi

21. oktober 2022

Bente er fyrrverandi lærari og skúlastjóri. Hon er serfrøðingur í barnapsykologi. Hon hevur – umframt kliniskt arbeiði við børnum og familjum – serliga arbeitt við pedagogiskari sálarfrøði í dagtilboðum og í skúlum. Her hevur hon luttikið í einari røð av verkætlanum.

Bente hevur eisini samstarva við dagtilboð og skúlar í teirra arbeiði við viðurkennandi pedagogikk. Hon hevur tey síðstu árini verið upptikin av og arbeitt við mentalisering, sum eitt praktisk samlandi fyribrigdi, tá vit skulu skilja menningar- og læringsumhvørvið.

Hon hevur m.a. skrivað bøkurnar “Sind i sigte – Mentalisering for begyndere” og “Sind i sigte – Mentalisering i skolen”, sum við dømum, samrøðum og filmsklippum gevur nøkur klár boð uppá, hvussu tú kanst arbeiða v ið mentalisering í menningar- og læringsuhvørvinum har tú ert.

Bente hevur eisini skrivað bøkurnar “Anerkendende Pædagogik” og “Anerkendelse i Børnehøjde” vfl.