Benny Schytte

2. februar 2021

Benny Schytte er kultursosiolog og fyrrverandi formaður í Dansk Legeplads Selskab (1995-2011). Hann hevur skriva eina røð av bókum um týdningin av spæliplássinum og hevur í nógv ár arbeitt við hugskotsmenning og sniðgeving av uttandura læru- og spæliumhvørvi. Harafturat hevur hann gjøgnumført eina røð av námsfrøðiligum menningarverkætlanum um spæl, rørslu og útirúm.

Á heysti 2020 varð hansara nýggjasta bók útgivin: Legepladsens pædagogik – om leg, legepladser og pædagogik.

Hann hevur undirvíst í fleiri ár í BUPL regi og hevur eisini verið í Føroyum og undirvíst fyri Synergi fyri skjótt 15 árum síðani.

Benny Schytte hevur móttikið fleiri prísir, ma. Gerlevprisen (1980), Per Sabroprisen (2005) og Ernaprisen (2017).

Les meiri á www.bennyschytte.dk.