Ása Andreasen – Office

23. august 2018

Ása Andreasen hevur undirvíst fyri Synergi í fleiri ár og fær sera góðar eftirmetingar. Hon undirvísir mest í Officepakkanum, herundir Excel, Word, Outlook, PowerPoint og eisini Skype for Business. Hon sigur, at hon gleðir seg ordiliga nógv, hvørja ferð hon skal undirvísa, eitt nú tí 99% av luttakarunum gerast virkuliga yvirraskaðir yvir, hvussu nógvir møguleikar eru í forritunum, sum tey slett ikki hava varnast. Og fólk eru altíð spent at fara heima at royna seg.