Annette Spanggaard

26. apríl 2023

Annette Spanggaard er stjóri fyri almenn viðurskifti, samskifti og CSR hjá Coca-Cola

Áður hevur hon m.a. starvast sum samskiftisábyrgdari hjá Dansk Flygtningehjælp og Mondelez.

Hon hevur verið sjálvstøðug samskiftis- og PR-ráðgevi í egnum felag, sum nú er ein partur av Geelmuyden Kiese og globala Ketchum. Sum sjálvstøðugur ráðgevi, hevur hon arbeitt fyri stórar fyritøkur. Eitt nú Carlsberg, Pandora, ECCO, Rosendahl Design Group, Montana v.fl.

Eitt tíðarskeið arbeiddi hon fyri DR, har hon var stuðul hjá Kim Bildsøe, tá hann var uttanríkiskorrespondentur í London.

Annette er  útbúgvin civilverkfrøðingur á Handilsháskúlanum í Aarhus. Harumframt er hon útbúgvin journalistur á The London School of Journalism. Harumframt hevur hon eina útbúgving innan burðardygd.