Anne-Mette Sohn Jensen, námsfrøðingur, sálarfrøðingur og rithøvundur
Anne-Mette Sohn Jensen er útbúgvin námsfrøðingur og hevur harafturat kandidat í námsfrøðiligari sálarfrøði.
Hon hevur hildið fyrilestrar, undirvíst og verið skeiðsleiðari í ymsum námsfrøðiligum tilboðum, bæði í fólkaskúlanum, í serskúlum, á búðstovnum og hjá fosturfamiljum. Arbeiðið hennara snýr seg um evnir sum umsorganarmøði, mentalisering (at skilja mentalu støðuna hjá sær sjálvum og øðrum), samkenslu, foreldrasamstarv og sokallaða “low arousal”.
Anne-Mette er eisini rithøvundur. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, harímillum tí nýggjastu “Arousal og Compassion – når der er brug for en specialpædagogisk indsats”, sum kom út í september 2021 á Akademisk Forlag.
Anne-Mette er gift og hevur tvey børn á 21 og 17 ár, har tann yngsti hevur autismu.