Anne Hjernøe
Anne Hjernøe hevur tað mesta av sínum lívi, arbeitt við mati. Hon hevur útgivið 25 bøkur um m.a. at súlta, mat móti krabbamein, salatir, kryddarísnaps, grønan mat, kryddaðan mat, sunnan mat og venjing, umframt bøkur um tær vælkendu smáu rættirnar frá øllum heiminum.
Tey seinastu nógvu árini, hevur Anne verið sjónvarpsvertur á einari ørgrynnu av sendingum. Hon hevur gjørt sjónvarpt frá Frilandshaven, AnneMad i sit eget køkken, Spanien og New York. Umframt nógvar sendingar úr Danmark við kolissum sum donsk baðihotell, donsk slott og oyggjar. Seinastu árini hevur hon saman við sjónvarpsjournalistinum Anders Agger, ferðast runt um í heiminum, fyri at finna danskar vinklar uppá ymisk evni. Eitt nú valið í USA, Brexit, Miðeystur og Norðurlond. Í ár hava tey gjørt sendingar frá 6 evropeiskum londum, fyri at seta fokus á, hvønn tað er, Danmark er saman við í EU.
Saman við Anders Agger, hevur hon verið í Føroyum og hon er púrasta býtt í Føroyum.
Umframt at gera sjónvarp og skriva bøkur, hevur hon sína egnu fyritøku, har hon heldur verkstovur, fyrilestrar, undirvísir vm.
Anne Hjernøe er útbúgvin innan pedagogikk, journalistikk, miðlar & samskifti. Alt hetta hevur hon brúkt í kombinatión við sínari fasinatión av matger úr øllum heiminum.