Ann E. Knudsen
Ann-Elisabeth Knudsen er útbúgvin cand.mag. og er lektari í donskum og sálarfrøði. Longu meðan hon las sálarfrøði á universitetinum, var hennara høvuðsáhugi neuropsykologi og heilagransking. Vitan um menning og funktión hjá heilanum hevur í stóran mun verið hennara arbeiðsøki líka síðani.
Hvussu ein heilin virkar er avgerandi fyri, hvussu lívið formar seg. Og vitan um plastisitetin í heilanum – og hvussu hann kann ávirkast – er grundleggjandi. Bæði, tá ið talan er um børn og ung við avbjóðingum, men eisini tá ið tað snýr seg um, hvussu øll kunnu mennast á bestan hátt.
Stutt sagt heldur Ann, at alt, sum liggur í skurðpunktinum millum heila, menning og læru, er ómetaliga spennandi. Hon gleðist eisini um, at hon í verki hevur fingið møguleikan at arbeiða við endurvenjing av børnum og ungum eftir heilaskaðar – fyrst ígjøgnum Reyða Kross og seinni sum ráðgevi.
Heilaárið í 1997 var við til at mynda avgerðina hjá Ann um, at geva seg heilt yvir til at granska og miðla um loyndarmálini hjá heilanum – bæði gjøgnum lesnað, royndir, gransking og miðlan.