Anders Stahlschmidt – LD21

31. mars 2021

Anders Stahlschmidt er konfliktmeklari, journalistur og fyrilestrarhaldari. Hann er harafturat serfrøðingur í feedback. Anders arbeiðir nógv við samskiftið og tú fært altíð nógva orku og nýggjar vinklar uppá samstarv, tá tú hevur verið til ein fyrilestur við honum. Hann hevur verið í Føroyum áður og havt skeið fyri Synergi. Tá fær hann sera góðar eftirmetingar, so tú kanst gleða teg til at fáa eyguni upp fyri, hvussu nógv feedback í veruleikanum hevur at siga fyri motivatiónina. Sum starvsfólk vilt tú ganga nógv longri fyri tín arbeiðsgevara, um hann/hon gevur tær regluligt og professionelt feedback. Men hvussu gert tú tað, sum leiðari? Tað er tað Anders Stahlschmidt fer at greiða tær frá, á Leiðaradegnum 2021.