Anders Stahlschmidt | Framløguteknikkur uttan fjáltur og ótta

8. mars 2023

Anders Stahlschmidt er journalistur og fyrrverandi sjónvarpsvertur. Hann hevur vant leiðarar, starvsfólk, granskarar og nógv onnur í at tala og leggja fram gjøgnum árini. Bæði sum TED-talk coach, leiðari af “Det Kgt Ledelsesakademi og á almennum og privatum arbeiðsplássum.

Hann er master í organisatiónssálarfrøði (MPO) og er rithøvundur til bøkurnar ‘Tag ordet – grib forsamlingen’, ‘Præsentationsteknik’ og ‘Lyt mens du taler’.

Harafturat er hann ein av fremstu serfrøðingunum í feedback, har hann eisini hevur skrivað bøkurnar, “Førstehjælp til feedback – giv andre noget at vokse af” og “En kur mod konfliktskyhed – bliv bedre til at sige det der skal siges”.

Anders er kendur fyri at vera ein framúr formidlari, sum skapar eitt viðurkennandi og trygt rúm hjá luttakarunum at venja í.