Alexandra á Dul

23. apríl 2021

Alexandra er sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hon er bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School.

Alexandra hevur hollar royndir innan strategiska menning á HR-økinum, har hon starvaðist í 6 ár hjá heilivágsfyritøkuni Biofac við at uppraðfesta førleikar og kapasitetin í virkseminum. Áðrenn hon gjørdist sjúkarhússtjóri, starvaðist hon sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu.