Kom og lær at nýta vitlíki (AI) í Adobe pakkanum og Leonardo.AI
Tað besta av øllum er, at skeið er online, so tú kanst sita heima í stovuni og læra 😉
Kollveltingin er byrjað! – Vitlíki í grafikki og talgildari sniðgeving
Við fullari ferð er vitlíki í gongd við at kollvelta tí grafisku vinnuni. Í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum, er vitlíki ein integreraður partur av forritinum. Photoshop hevur nú lagt afturat funkurnar Generativ Fill og Generativ Expand, ið geva tær møguleikan, uppá bert fá sekund, at broyta útsjónd av myndum ella leggja ymiskar lutir afturat eini mynd. Harvið ber skjótt til fáa úrslit, sum fyrr vóru ómøgulig ella sera tíðarkrevjandi. Í Illustrator kunnu vit stovna AI genererde vektorbaseraðar illustratiónir og í Adobe Firefly kunnu vit m.a. stovna myndir við vitlíki, har tað er ógjørligt at kenna mun millum ektaðar og óektaðar myndir.
Um vit vilja leggja uppaftur fleiri funkur afturat forritinum, kunna vit nýta onkrar av teimum mongu tænastunum á netinum, ið geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at skapa veruleikakendar myndir. Ein av teimum bestu er Leonardo.ai og sjálvandi fara vit eisini at læra um tað á skeiðinum.
Ver við….
Ver við í menningini, tí tínir kappingarneytar taka seg framum, um tú ikki fylgir við. Hettar skeiðið gevur tær innlit í nøkur av teimum mest bergtakandi møguleikunum vitlíki gevur tær innan grafiska- og talgilda sniðgeving og hvørji forrit eru mest hóskandi at nýta í tínum arbeiði.
Innihald
- Nýtt: Nú er eisini møguligt at generera AI myndir beinleiðis í Indesign 🤩
- Generativ Expand og Fill i Photoshop
- Vitlíki vektorgrafikkur í Illustrator
- Vitlíki í InDesign
- Vitlíki gjørdar myndir í Adobe Firefly
- Stovnan av myndum við Leonardo.ai
- Hvussu tú brúkar tekst-prompts til at gera einstakar myndir
- Hvussu tú nýtur ChatGPT
- Stovnan av produkt- og SEO optimeraðum tekstum
- Vitlíki gjørdar myndir og copyright
- Mynda kunning við Content Credentials