Search by
Loading Events
Skeið 15. mars 2024

ÚTSELT! Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk

15. mars 2024
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
22. februar 2024, 00:00
OKNARVEGUR 2
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
4.200,- u/MVG
Kostnaður

Skeiðið er útselt! Eyka skeið er 14. mars.

Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…

  • Andlit til andlit
  • Í telefonini
  • Fá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.

👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…


…men tá skeiðið er liðugt, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg.

Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað fulla tíð


– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión, ineffektivitetur, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt, so tú sleppir undan, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið.

Gleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur


Ósemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar, borgarar, sjúklingar, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum.

#Tak leiðsluna


Lær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað, at tú fólkaliga brýtir av, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað, kanst tú endurtaka tað, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál.

#Hav ein góðan tóna, eisini tá mótparturin glepsar


Soleiðis syrgir tú fyri, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum.

#Lurta virkin


Tað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari.

#Motivatiónstrappan


Skeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur, sum eru grundarlag fyri eini konflikt.

#Spyrjiteknikkur


Undirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin, sum stigvíst ávirka mótpartin.

#Handfaring av álopum og avsporingum.


Undirvísarin hevur ment nøkur amboð, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun.

#Áhugadialogur


Tá tú skalt samráðast um eina loysn, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan.

#Onkutíð mást tú siga nei


Onkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð, sum lætta um eina slíka støðu.

👉Hav frí, tá tú hevur frí👌


Høvuðbrot, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð.

 


Tak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!

Nýt avsláttarkoduna: Synergi10


Hvat fært tú í skjáttuna, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?


Tú fært nýggja vitan um, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú, fert at hava eina betri kenslu, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar, sum stjala óneyðuga orku frá tær.
Hvussu kundin sær tykkum, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður, sum ofta eru kenslubornar og neiligar, til nakað meira jaligt, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.

Details

Date:
mars 15
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.4.200,00
Event Categories:
, , , , ,
Event Tags:

Venue

Hotel Brandan
OKNARVEGUR 2
Tórshavn, 100
+ Google Map
View Venue Website

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.