Loading Events
Skeið 13. mars 2026

Temadagur: Moralsk strongd í námsfrøðiligum virki

13. mars 2026
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
28. januar 2026, 00:00
Hotel Føroyar
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1600,- u/mvg | eftir 27 november 1850 u/mvg
Kostnaður
Melda til

Hvussu ávirkar moralsk strongd tín gerandisdag – og hvat kann gerast við tað?

Moralsk strongd er vorðin ein alsamt størri avbjóðing innan tað námsfrøðiliga virki. Hon stavar frá støðum, har vit ikki kunna handla í tráð við okkara fakligu og menniskjaligu sannføring, og kann við tíðini føra til sjúkrafráveru, strongd, útbrenning og at fólk gevast í starvinum.

 

Hvat er moralsk strongd?

Seinastu árini er hugtakið “Moralsk strongd” vorðið alsamt meira kent – bæði millum starvsfólk og leiðarar.  Tann moralska strongdin kemur ofta, tá okkara arbeiðsumstøður ikki eru soleiðis, at vit ikki fáa gjørt okkara arbeiði á ein hátt, sum vit kunnu standi inni fyri bæði fakliga, etiskt og menniskjaliga. Hevur moralska strongdin fingið fastatøku á einum arbeiðsplássi, veksur vandin fyri sjúkrafráveru og fyri at starvsfólkini blíva útbrend og kunnu fáa ein forráandi atburð. Í síðsta enda kann tað hava við sær, at starvsfólk siga upp, tí tey ikki megna arbeiði longur.

 

Endamáli við temadegnum

Temadagurin gevur tær møguleika, saman við øðrum. at kanna, hvussu moralsk strongd sæst í tínum yrki. Vit fara at hoyra Carsten Pederser greiða frá um moralska strongd og pláss verður fyri kjaki og at vit greina og seta orð á støðurnar – fyri síðani at finna fram til, hvussu vit kunnu skilja, forklára og handfara tær.

Arbeiðshættirnir á degnum eru lagdir soleiðis til rættis, at tú bæði fært vitan og royndir við amboðum, ið kunnu nýtast beinleiðis á tínum arbeiðsplássi – so tú og tínir starvsfelagar verða betri førir at fyribyrgja og berjast móti moralskari strongd.

 

Tú fært høvi at:

  • Kanna, hvussu moralsk strongd sæst í tínum arbeiði.
  • Skilja og seta orð á, hví moralska strongdin er komin
  • Luttaka í felags uppgávum, ið geva tær praktisk amboð til at handfara strongdina.

 

 

Skal tín arbeiðsdagur verður merktur av styrki
heldur enn av moralskari strongd?
So er hesin temadagurin júst nakað fyri teg.


💰💰💰

Keyp áðrenn 9. januar 2026 fyri bert 1600 kr. + MVG!

Kostnaður eftir 09. januar er 1850 kr. + mvg pr. persón.

Details

Organizer

  • Synergi

Venue

  • Hotel Føroyar
  • Hotel Føroyar
    Tórshavn, Føroyar 100
    + Google Map

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available