Ósemjur kosta tíð, pengar
– og orku!
Og ja, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;)
Kom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í, at handfara trupul fólk og ósemjur
Summi eru trupul í eina tíð, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión, inneffektivitet, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið.
Gleð teg til eina tætt stúgvaða skrá, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir, sum gera teg føra at greiða tær orrustir, sum koma, har menniskju hittast.
Amboðini rigga, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum:
á skrivstovuni, í tannlæknastovuni, í móttøkuni, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.
Og tey rigga eisini heima.
Tú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær.
Tað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur.
- Hittir tú trupul fólk, sum tú ikki dugir at fáast við?
- Hevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga, einum viðskiftafólki ella einum leiðara, uttan at tú skilti hví?
- Saknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Tak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur, so eru tit fleiri, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná.
Eru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!
Nýt avsláttarkoduna: Synergi10
Hvat fært tú í skjáttuna?
Dagurin er settur soleiðis saman, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring, og tá skeiðið er liðugt, hevur tú fingið eina røð av amboðum, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini, sum boða frá, at ein ósemju er í umbúna, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir.
Vit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk, tá skeiðið er liðugt, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg.
Á skránni
- Lær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.
- Tað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!
- Fríger tínar samskiftisførleikar, so tú kanst taka stýringina.
- Lær at vera rólig/ur í spentum støðum, so tær ikki mergsúgva teg.
- Fá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.
Málbólkur
Øll, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.
Undirvísari: Sebastian Nybo
Summi eru trupul eitt stutt tíðarskeið, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)
Kom og lær at handfara bæði sløgini, sum bæði eru slítandi