Search by
Loading Events
Skeið 18. - 20. september 2024

Revit Architecture 2024 | Grundskeið

18. - 20. september 2024
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
23. august 2024, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
9198 +mvg.
Kostnaður
Melda til

Kom við á grundskeið fyri nýggjar (og eitt sindur royndar) REVIT brúkarar

  • Ert tú heilt nýggj/ur innan Revit?
  • Ella ert tú sjálvlærd/ur og kennir tú teg kanska eitt sindur ótrygga/n við allar funkurnar?
  • Kundi tú hugsað tær eina gjølla gjøgnumgongd av grundleggjandi funkunum og møguleikunum?
  • Kundi tú hugsa tær, at lært at uppbyggja eina verkæltan rætt frá byrjan?

So er hetta skeiðið til tín.

Kom á skeið og lær

  • hvussu tú byggir eina verkætlan upp frá grundini við Revit Project Browser
  • hvussu tú brúkar objektir (Families)
  • hvussu tú blívur meiri effektiv/ur við modellering í Revit
  • Og nógv annað

Tú fært atgongd til gott videotilfar aftaná skeiðið!

Aftaná skeiðið fært tú atgongd til mit.cadskolen.dk, har tú finnur videoklipp í høgari góðsku, sum eitt sera gott ískoyti til undirvísingarbókina.

Soleiðis er skeiðið uppbygt:

  • Vit byrja við at byggja verkætlanir upp gjøgnum Revit Project Browser. Síðani gjøgnumganga vit tær grundleggjandi funkurnar í einum struktureraðum modelli.
  • Tú verður meiri kunnug/ur við brúkaraflatuna í Revit og tann mátan forritið handfer verkætlanir og fílur. Tú fert at læra, hvussu tú á rættan máta byrjar uppá nýggjar verkætlanir, við at brúka skabelónir.
  • Vit fara at arbeiða við at gera eina byggiverkætlan frá byrjan til endan. Verkætlanin byrjar og Kote verður inndeilt í Levels, soleiðis at tú hevur stýr á bygningshæddunum. Harafturat verður verkætlanin bygd upp rundan um eitt modulnet, so tú kanst stýra rammurnar á bygninginum.
  • Tú fert at læra at tekna veggir og at innseta og staðseta hurðar og vindeygu. Í hesum sambandi fert tú eisini at læra, hvussu tú upprættar tínar egnu laguppbygdu veggir og hvussu tú tilpassar støddirnar á vindeygum og hurðum. Tá veggirnir eru komnir upp og vindeygu og hurðar sett í, lærir tú at “lukka” bygningin við hjálp av dekki (dæk) og taki. Tú fert eisini at læra, hvussu hesi objekt eru uppbygd, og hvussu tú handfer tey reint praktiskt.
  • Tá bygningurin er liðugur (vit enda við einum stórum glaspartíi) og tú hevur innsett og arbeitt við trappum, fert tú at læra hvussu tú upprættar eitt skema fyri hvørt rúm. Tað gevur eitt gott yvirlit yvir rúmini – nummar og navn umframt eitt samlað yvirlit yvir økini.
  • Tú kemur at arbeiða gjølla við redigeringsamboðunum í Revit. Tú fert at duga at kopiera, flyta, rotera, spegla og nógv meiri, sum er avgerandi at duga, fyri at kunna gera verkætlanina klára til print.
  • Umframt at arbeiða við planum og framsíðumynd (opstalt), fert tú at læra hvussu tú upprættar ymiskar formar fyri bygningsskurð. Herundir hvussu tú upprættar og arbeiðir við stakluts-amboðunum. Tú vilt eisini læra, hvussu tínar tekningar vera skjalprógvaðar, soleiðis at tú kanst seta tekstir, málketur og skraveringsflaturnar rætt, í mun til tað ynskta lutfalli til prent.
  • Til seinast læra vit, hvussu tú gert klárt til eitt View til placering á Sheets í lutfalli, so tín verkæltan kann prentast og presenterast professionelt.
  • Aftaná skeiðið dugur tú at gera eina minni verkætlan frá byrjan til endan.

 


Hevur tú fingið áhugað í at luttaka á skeiðinum, er bara at tekna seg. Tú ert sera vælkomin 😉


Á skránni

Kom og fá ordiligt stýr á

  • bygningsdesign í Revit
  • brúkaraflatuna (User Interface) – herundir Ribbon, Options Barr, Status Barr vm.
  • Projects Browser – hvussu uppbyggja vit verkætlanina við hjálp av Levels, umframt View Control
  • handfaring av Instance og Type Properties á Revit opbjektum
  • hvussu tú upprættar og redigerar veggir, vindeygu, hurðar, dæk, tak vm.
  • hvussu tú upprættar og redigerar smálutir, skur og fasadur
  • hvussu tú uppsetir sheets, tekningslista, signaturforkláring og prent

Undirvísarin er frá Cadskolen!

Details

Start:
september 18 @ 09:00
End:
september 20 @ 16:00
Cost:
kr.9.198,00
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Revit Grundskeið
kr. 9.198,00
11 available