Search by
Loading Events
Skeið 31. okt. - 1. nov. 2024

Retorikkur fyri leiðarar

31. okt. - 1. nov. 2024
09:00 - 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
4 pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
9.980,- u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 10/10
Melda til

Bert pláss fyri 10 luttakarum, so vit mæla til skjóta bílegging…


Tú heldur nógv fleiri talur, enn tú heldur…

Hugsa bara um

  • vælkomuna
  • morgunfundin og
  • presentatión av nýggjum starvsfólki
  • uppleggini til stýri/stjórn og
  • munnligar kunningar og frágreiðingar

 

Hugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar

Um eitt nú ársdagar og temadagar, har fyritøkan savnast.

 

Hetta er alt talur, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >>

Talur, har tú hevur møguleika at stýra, hvønn veg tingini skulu fara…

Stórar talur, ið savna fyritøkuna.
Minni talur, ið seta dagsskráir.
Smáar talur – sum nærum koma undir vanligt prát – ið seta orð á støðuna.

Kom við og  fá stýr uppá retorikkin!

 

Sí videobrot niðanfyri við undirvísarinum Jonas Gabrielsen.

 

 

 

 

Eitt ógvuliga gott skeið við ógvuliga kompetentum undirvísarum, sum dugdu síni ting :-). Konkret við góðum dømum og virknum luttakarum.

– Jeanette Blaasvær, Almannamálaráðið

Kompetentir, orkuríkir og inspirerandi undirvísarar. Sera læruríkt, undirhaldandi og stuttligt skeið. Lærdi eisini nógv av hinum skeiðsluttakarunum. Vit fingu fleiri amboð og 'fif', sum eg ætli mær at brúka.

– Eyðbjørn Brimnes, LBF - ráðgevandi verkfrøðingar

Effektivur og einfaldur undirvísingarháttur. Ítøkilig dømi og so góð uppfylging við smáum cases og rolluspølum. Haldi alt var gott: umstøður, matur og undirvísing.

– Rógvi Róin, Petur Larsen pf

Alt var gott! Sera gevandi og mennandi skeið.

– Noomi K. Rasmussen, Sunda kommuna

Luttakararnir sluppu beinanvegin at royna seg, og vit fingu fitt av amboðum við okkum, sum vit kundu brúka sum røðuhaldarar. Umframt innihaldið í skeiðnum, so vóru karmarnir fyri skeiðið fínir.

– Eyðun Mohr Hansen, Almannamálaráðið

Et anvendeligt og praktisk kursus.

– Søren Bruhn, Suðuroyar Sparikassi

Eg fari at hugsa um at uppbyggja eina talu við sekvensum, sum skulu avsluttast og brúka brúgvar í millum. Eisini sokallaðu sound-bites, sum er essensurin í taluni, eru góð at brúka, fyri at tryggja sær at poengið kemur ígjøgnum.

– Luttakari, innan tað almanna

Eg kann viðmæla øllum sum hava tørv á at halda røður, framløgur, upplegg o.l. Ikki bara leiðarar

– Luttakari 2022

Mær dámdi væl at skeiðið var so praktiskt, og at man mátti geva nakað sjálvur. Tað at tú sjálvur investerar persónliga ger læringina betri

– Luttakari 2022

Eri blivin tilvitað um týdningin av at skipa eina talu stutta og greiða. Ikki siga alt tú veit, men tað, tú vil hava tey at minnast aftaná.

– Birna Mohr Joensen, Hvíldarheimið Naina

Sera gott og gevandi skeið. Eg fekk nógv góð amboð, sum eg kann arbeiða víðari við. Undirvísarin var engageraður og sera sterkur í sínum faki. Prátið í rúminum var sera gevandi, og eg fekk minst líka nógv burturúr framløgum og talum hjá hinum luttakarunum.

– Luttakari 2020

Details

Start:
oktober 31 @ 09:00
End:
november 1 @ 16:00
Cost:
kr.9.980,00
Event Categories:
, , , , , ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available