Nú er skeiðið longt til 3 dagar, so vit kunna fara enn meira nágreiniliga til verka við Power BI. 🤩
Microsoft Power BI
… er eitt tól, ið hjálpir tær at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir tínar dátur. Power BI samlar dátur frá ymiskum keldum, og gevur tær eina visuella mynd, víst sum diagramm ella líknandi. Á hendan hátt kanst tú lætt handfara stórar dátumongdir uttan at nýta nógva tíð uppá dátuviðgerð.
Uppá 3 dagar fer Poul at læra okkum Power BI frá grundini, við sínum serliga róliga og nærverandi hátti.
Finn gullið í tykkara dátum
Ert tú vanur/von við at arbeiða við stórum dátumongdum, so veitst tú, hvussu torført tað kann vera at hava tamarhald yvir øll inputtini. Tað kann vera ringt at avgera, hvørjar dátur tú skalt nýta og hvørjir faktorar eru teir týdningarmiklastu.
Dátur eru gull fyri fyritøkuna, og nýtir tú tínar dátur rætt, kunna tær nýtast til at leiða fyritøkuna á røttu leið. Við góðum dátum kanst tú taka avgerðir grundað á fakta heldur enn eina kenslu. Dátur eru góðar at fanga broytingar í rákinum, so at tú tíðliga kanst virka í samsvari við sveiggini í upp- og niðurgangstíðum.
Droymir tú
- um at læra, hvussu tú gagnnýtir lidnar rapportir og dashboards?
- Vilt tú eisini skilja interaktión, filtrering og staklutir í Power BI?
- Droymir tú um at gera og útgeva rapportir og dashboards?
- Ynskir tú at fáa eitt yvirlit yvir, hvat goymir seg í skjalamappuni hjá Power BI?
- Vilt tú vita, hvørjar dátur kunna nýtast í Power BI verðini?
- Ynskir tú at kenna møguleikarnar fyri at nýta rapportir, dashboards og apps?
Svarar tú ja uppá omanfyristandandi, so er hettar skeiðið júst nakað fyri teg!
Endamál
Skeiðið er til tín, ið vil koma gott í gongd við at gera frágreiðingar í Power BI. Tú verður ílatin til at skilja týdningarmiklu meginreglurnar aftanfyri PowerBI umframt at brúka megingrundarlagi í Power BI til effektiva dátugreining og visualisering. Tú kemur eisini at nema við, hvussu tú útgevur og deilur rapportir og dashboards (Tólbretti) í Power BI service.
Innihald
Á hesum skeiðinum fert tú at sniðgeva og útgeva tínar egnu rapportir umframt at gera dashboards, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast, og harvið geva eitt skjótt yvirlit.
Skeiðið gevur tær innlit í tilgongdina at gera rapportir, har tað er av størsta týdningi at hava eitt gott dátumodell, ið ger rapportina meira effektiva og ger tað lættari at gera útrokningar. Alt hettar kann gerast uttan at tú sjálv/ur er KT-mennari. Oftast kemur tú á mál uttan at koda eina einastu kodu.
Við Power BI kann dátugrundarlagið skapast frá fleiri dátukeldum, har dáta kann umleggjast og setast í eitt dátumodell, ið er miðstøð fyri útrokningar eins og tað visuella. Tú lærir, hvussu samband skapast til fleiri dátukeldur.
Aftaná skeiðið kanst tú samantvinnaða tínar egnu dátur og arbeiða víðari við teimum í Power BI.
Málbólkur
Skeiðið hóskar væl til fólk, ið eru í byrjanini av eini størri Power BI verkætlan. So tú kanst fáa eina góða byrjan við Power Bi og harvið kunna samskifta á einum góðum tekniskum støði við veitarar. Skeiðið er eisini upplagt fyri tey, ið skula í gongd við tilgongdina frá a til z; at fara frá dátukeldum til lidnar rapportir, dashboards og apps.