
Forritið til verkætlanarleiðaran
Microsoft Project ella MS Project. Forritið, ið hjálpir verkætlanarleiðarum at leggja til rættis, stýra og fullgera verkætlanir.
Forritið er eitt sera hent amboð til at halda skil á ymisku partunum og smálutunum í eini verkætlan.
Við MS Project kanst tú lættliga upprætta uppgávur, tilluta resursur, leggja tíðarætlanir og umsita eina kostnaðarætlan.
Arbeitt verður í 4 fokusblokkum
- Uppsetan av Project amboðnum til arbeiði
- Uppgávur og samband ímillum uppgávur
- Tilfeingi og fíggjarviðurskifti í Project
- Filtur, útskrift og dagføring
Skeiðið gevur tær grundleggjandi MS Project førleikar
Á skeiðnum fært tú grundleggandi førleikar at arbeiða við MS Project, ið ger arbeiði við tíðarætlanum til eitt einfalt, men sera gott amboð.
Føroyskur undirvísari frá byggivinnuni
Undirvísarin hevur sera góðar royndir sum ráðgevi í byggivinnuni. Serliga innan tíðar- og tilfeingisstýring, samt innan nýtslu av talgildum amboðum í byggistigum.
Tú fært ríkilig høvi at seta alskins spurningar um MS Project og um tíðarætlanir generelt.
Skeiðið er eisini til tín, sum ikki arbeiðir í byggivinnuni!
Brúkar tú MS Project í aðrari vinnu enn í byggivinnini, er skeiðið eisini til tín ☺️
