Loading Events
Skeið 30. oktober 2026

Menningarløtur | Rikke Yde Tordrup

30. oktober 2026
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
19. juni 2026, 23:59
Staravegur 13
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1185 u/mvg | Eftir 19. juni 1585 u/mvg
Kostnaður
Melda til

Menningarløtur (udviklende øjeblikke) –

eru serligar løtur í gerandisdegnum, tá tvey menniskju skapa eitt serligt sálarligt samband millum sín – t.d. millum tann vaksna og barnið á einum dagstovni

👉Hvat merkir tað fyri menningina hjá barninum, at slíkar løtur henda í gerandisdegnum?

👉Hvat skulu vaksin kring barnið leggja merki til – bæði hjá barninum og hjá sær sjálvum – fyri at hesar løtur kunnu blíva til?

 

Hvørji tekin vísa, at eitt barn hevur menningaravbjóðingar?

Á skeiðinum fer Rikke Yde Tordrup ígjøgnum tey tekin, sum kunnu vísa á, at eitt barn hevur menningaravbjóðingar. Hon fer at greiða frá, hvussu tey vaksnu rundan um barnið kunna stuðla barninum og sambandinum hjá barninum við onnur.

Menningarsálarfrøðin hjá barnasálarfrøðinginum og psykiataranum, Daniel N. Stern og nýggjari vitan um tilknýti og samband millum barn og vaksnan, verða løgd fram á ein einfaldan og lættfatiligan hátt, við støði í gerandisdegnum hjá børnum í dagrøkt, dagstovni og innskúling.

Um skeiðið:

Dagurin er skipaður við skiftandi framløgum og nógvum dømum úr dagtilboðum. Eisini er partur av undirvísingini styttri prát við ein starvsfelaga um, hvussu karmar og amboð frá framløguni kunnu brúkast í tínum arbeiði við børnum.

Tú fært eisini kunnleika til, hvussu menningarætlanir kunnu nýtast, so at fokus og foreldrasamstarv taka støði í relatiónini.

Harumframt fáa øll møguleika at gera sítt egna samtalukort til foreldrasamstarvið.

Skeiðið er ætlað námsfrøðingum, hjálparfólkum, lærarum og øðrum, sum hava áhuga fyri evninum og sum vilja styrkja og menna samstarvið við foreldur í gerandisdegnum á dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum.


💰💰💰

Keyp áðrenn 19. juni fyri bert 1185 kr. + mvg!

Kostnaður eftir 19. juni er 1,585 kr. + mvg fyri hvønn.

Details

Organizer

  • Synergi

Venue

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Menningarløtur v/ Rikke Yde Tordrup
kr. 1.185,00
198 available