Search by
Loading Events
Skeið 23. mai 2024

LV | Excel – tær snildu funkurnar

23. mai 2024
09:00 - 15:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
Føroyskt
Undirvísingarmál
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,1/10

👇Tekna teg her! 👇

>> TILMELDING <<


Fá størri gleði av Excel


Skeiðið er fyri teg, sum bert kennur eitt lítið sindur til Excel, og kundi hugsað tær at fingið størri gagn av forritinum.

 

Á skránni:

Fyrsta rokniarkið

  • Hvussu gjørt tú einfaldar formlar?
  • Hvørjar reglur eru galdandi, tá tú upprættar formlar?
  • Hvussu rættar tú í formlum og cellum? Og hvussu setur tú eyka tekst ella tøl inn?

Handfaring og redigering av rokniarkinum

  • Hvussu flytir og kopierar tú cellur, kolonnir og røð?
  • Hvat merkir “autofyld” og hvussu brúkar tú hetta á ein snildan hátt?

Formlar og tabellir

  • Absoluttar og relativar cellir. Hetta er sera týdningarmikið at duga, tá tú arbeiðir við Ecxel. Vit læra hetta frá grundini og tryggja, at tað situr hjá luttakarunum.
  • Hvussu kanst tú yvirføra tøl ella úrslit frá einari cellu til eina aðra?
  • Sortera í stórum listum.
  • Hvussu kanst tú brúka funkuna autofilter fyri at fáa yvirblikk yvir stórar listar?

Funktiónir

  • Hvussu virka og brúka vit snildu funkurnar HVIS, SUM, MIÐAL, MAX. osfr.?

Diagram

  • Vit læra at upprætta diagrammir út frá ymiskum rokniuppstillingum. Eitt nú stabbadiagrammir, “lagkøkudiagram” osfr.
  • Hvussu kanst tú tilpassa diagrammið, hvussu kanst tú taka fleiri tøl við ella minka um tølini, sum tú av fyrstani tíð tók við í títt diagram

 

Kom og lær at brúka Excel optimalt!


👇Tekna teg her! 👇
>> TILMELDING <<

Tað var gott at hon gav sær tíð til øll, hjálpti beinavegin, um onkur stóð fastur. At vit sjálvi kundu royna okkum til tíðir. Og ikki at gloyma matin:)! Og genialt við 3 pausum, so fær ein líka tíð at hvíla høvdið:) Eitt super skeið í sera góðum umhvørvið;)

– Annika G. Enghamar, Studentaskúlin og HF-Skeið

Eg haldi at tað var deiligt at skeiðsluttakararnir vóru nøkulunda á sama støði. Mær dámdi væl mátan ið undirvíst varð uppá.

– Helena Skaalum Mikkelsen, Landssjúkrahúsið

Fáir lutakarar á hvørjum holdi, og tí lærdi man nógv og lætt. Eg fari at brúka so at siga alt.

– Jogvan Andreasen, Torm A/S

Details

Date:
mai 23
Time:
09:00 - 15:00
Event Tags:
,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.