Loading Events
Skeið 30. januar 2026

Leiðaradagurin 2026

30. januar 2026
13:00 - 17:00
Hotel Føroyar
Tórshavn
2995 u/mvg | 3790 u/mvg við kvøldtiltakinum
Kostnaður
Melda til

VÆLKOMIN TIL LEIÐARADAGIN 2026



“Tað er sera gott at skapa fokus á leiðslu í okkara nútímans samfelagi.
Tað hevur ongantíð verið meira umráðandi við góðari og týðiligari leiðslu, og tað varpar dagurin ljós á.”

Luttakari 2025



Leiðsla krevur dirvi, kós og umsorgan
– serliga í eini tíð, har óvissur og kreppur seta sín dám á gerandisdagin.

Vit liva í eini rembingartíð við altjóða ótryggleika og avbjóðingum: kríggjum og tolltrupulleikum, netálopum, vitlíksbroytingum, sum seta nýggj krøv til førleikar og arbeiðsgongdir, og einum arbeiðsmarknaði við støðugt hægri krøvum.

Á Leiðaradegnum fært tú amboð og íblástur, sum styrkja teg í at standa tryggari og sterkari sum leiðari – eisini tá umstøðurnar broytast skjótari enn nakrantíð.


Á skránni  – les meira um skránna á síðubreddanum:


Góð leiðsla er ein kokteyl av dirvi og eyðmjúkleika
Karsten Mellon

Góð leiðsla krevur meir enn førleikar og amboð. Hon krevur dirvi at leiða, tá støðan er ógreið og ótrygg, og eyðmjúkleika at lurta, læra og taka tær menniskjaligu dynamikkirnar í álvara, sum altíð eru til staðar í leiðslu. Karsten Mellon, ph.d., er ein viðurkendur fyrilestrahaldari og serfrøðingur í leiðslu og organisatión. Hevur skrivað fleiri leiðslubøkur, nýggjasta er “Hvad er ledelse?” sum verður grundarlag undir hesum fyrilestrinum.

Vibeke Lunding-Gregersen hevur fingið forfall, men at vit eru so heppin at Karsten Mellon kundi koma í hennara stað.


PausePower
Pia Hauge

Heilasteðgir eru eitt effektivt leiðslutól, sum leiðarar kunnu nýta til at tryggja minni strongd og meira mentalt yvirskot í sínum egna lívi sum leiðari – men eisini sum eitt amboð til at tryggja produktivitet, góðsku, nýskapan og trivnað millum starvsfólkini. Pia Hauge hevur m.a. skrivað bestseljarin Pause Power, og arbeiðir ráðgevi fyri danskar fyritøkur so sum Novo Nordisk, Carlsberg-grunnin, ministeriir, skúlar, sjúkrahús og kommunur. Pia hevur í fleiri ár verið chef-ráðgevi í Danmarks Radio, har hon hevði ábyrgd av talentsskráum og leiðslu­menning.


 

Vel tankar, sum styrkja heldur enn tyngja
Kristian Eli Andersen

Kristian Eli Andersen vísir, hvussu vit kunnu seta fokus á styrkirnar, virðini og møguleikarnar, vit hava – og sum vit ofta gloyma, tá stúran, strongd og yvirhugsan fylla ov nógv. Tú fært innlit í nakrar avbjóðingar, sum føroyskir leiðarar stríðast við í dag – og hvussu kognitiv og metakognitiv amboð kunnu geva størri sálarligt frælsi og minni yvirhugsan. Kristian Eli er autoriseraður sálarfrøðingur og hevur hópin av eftirútbúgvingum.


Samrøða um geopolitisku støðuna
Maliina Abelsen

Á Leiðaradegnum luttekur grønlendska Maliina Abelsen í eini samrøðu við Óluvu Zachariasen um ta aktuellu og háspentu geopolitisku støðuna, har Grønland er komið í altjóða miðdepilin.

Samrøðan tekur støðið í einum grønlendskum sjónarhorni og setir samstundis støðuna í ein breiðari altjóða og globalan samanhang við atliti til leiklutin, sjálvsavgerðarrættin og støðuna hjá Grønlandi í einum heimi, ið er merktur av vaksandi stórveldisáhuga.


Hæddarpunktið: Kjósanin av Ársins leiðarum og Herðaklappið til millumleiðaran🏆👏

Kanska onkur tú hevur tilnevnt?
Ja, ella kanska er tað tín túrur nú?
🍾🌼🥂

Nú kunnu starvsfólk og øll onnur áhugaði lata inn boð upp á, hvørji skulu fáa heiðurin at gerast Ársins Leiðarar og hvør skal fáa Herðaklappið til millumleiðaran. Herðaklappið varð á fyrsta sinnið latið í fjør, og var tað sera væl eydnað við nógvum tilnevningum.

Ger tína ávirkan galdandi!

Góður íblástur og gott at vera saman við øðrum leiðarum, uttan at starvsfólkini eisini eru til staðar.

– Luttakari 2025

Eina væl fortjenta løtu við góðari røkt, góðari samveru - saman við læring og reflektión um egið fak.

– Luttakari 2025

Tað er sera inspirerandi at fáa nýggjan íblástur frá øðrum leiðarum, ið hava bæði eina sterka fakliga bakgrund og drúgvar praktiskar royndir.

– Luttakari 2025

Tað var hugnaligt og innbjóðandi í forhøllini og stemningurin var góður. Vit vóru eisini fleiri frá sama arbeiðsplássið, tað var gott.

– Luttakari 2025

Details

Venue

  • Hotel Føroyar
  • Hotel Føroyar
    Tórshavn, Føroyar 100

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Leiðaradagurin 2026 v/Kvøldtiltaki
kr. 3.790,00
Unlimited
Leiðaradagurin 2026
kr. 2.995,00
Unlimited