
Lær grundleggjandi funkurnar í SharePoint og OneDrive for Business og skipa tínar fílur á rætta stað
Legg til merkis, at hetta skeiðið er sera gott til deildir og stovnar, sum vilja deila skjøl regluliga.
Legg eisini til merkis, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum.
SharePoint
Samstarv tvørturum toymi og deiling av skjølum á organisatións-støði
Sharepoint er ein pallur, har tú kanst savna ymisk sløg av tilfari, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi.
Pallurin kann eisini nýtast, sum eitt sentralt savningarstað til tilfeingi og kunning, ið øll starvsfólk ella bólkar kunnu hava atgongd til.
Við SharePoint ber til at samstarva, deila tíðindi og goyma fílur – pallurin hevur eisini 100% integratión við hini Microsoft Office amboðini.
OneDrive
ein persónlig filudeiling og goymsla í skýnum.
Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar trygt í skýnum – tilfar, sum bara tú skalt hava atgongd.
Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi.
Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum, og sleppur tí undan endaleysum teldupostum við viðfestum fílum.
Hvat er munurin ímillum SharePoint og OneDrive?
Nær skal eg goyma í OneDrive og nær er betur at brúka SharePoint?
Tað er ikki so løgi, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta.
OneDrive er fílugoymsla hjá tí einstaka starvsfólkinum og SharePoint felagsgoymslan, har innihaldi er deilt millum starvsfólk.
Kom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst, nær tú brúkar hvat.
Vælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.
G.G.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.
Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.
