Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook
– uppá 3 tímar
- Brúkar tú dagliga Outlook?
- Er tað kanska fleiri “Outlook’ versiónir” síðani, tú hevur verið á skeið ;)?
- Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?
- Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?
So ert tú komin til rætta stað!
Uppá 3 tímar, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Tí tað er nógv stuttligari, at duga at gera tingini uppá tann rætta og lætta mátan 😉
Tú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur og hugsa:
“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?”
Kom og lær at brúka Outlook optimalt!
G.G.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.