Search by
Loading Events
Skeið 23. apríl 2024

KT | Lær PowerPoint – eisini tær snildu funkurnar

23. apríl 2024
09:00 - 12:00
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
Onki pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1.700 u/mvg.
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,7/10

Kom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!


  • Brúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?
  • Er tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani, tú hevur verið á skeið ;)?
  • Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?
  • Eisini spildurnýggjar funkur? 
  • Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?

 

So ert tú komin til rætta stað!


Uppá ½ dag, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, men at tú bara ikki dugur tað.

 

Tú fert at læra spildurnýggjar funkur!


Eitt nú …

  • Zoom
  • Transition Morph
  • Sletta bakgrund á einari mynd
  • Innseta 3d-icon
  • Innseta onlinevideo
  • Teksta tína framløgu
  • Taka video av skerminum

 

 

Lær at teksta og/ella umseta tína framløgu >>


Teksta? Ja, um tú t.d. heldur tína framløgu á donskum, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað tú sigur – LIVE. Sera gott um tú skalt halda upplegg fyri onkrum útlendingum. So kanst tú tosa tað málið sum tú dugur best (tó enn ikki føroyskt), og fáa umsett tað tú sigur, til nógv ymisk mál.

Umseta? Ja, um tú t.d. hevur fingið ein tekst á enskum, sum tú vilt umseta og seta inn í títt PowerPoint, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað fyri teg. Eisini til føroyskt (tó er tað føroyska ikki 100% rætt enn)


 

 

G.G.

Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.

Eg helt at skeiðið var ordiliga gott. Eg fari at brúka t.d. "designforslag" og videoupptøku av skerminum.

– Fríhild Debes, Verkstaðið Vón

Sutt og ordiliga gott skeið. Væl strukturerað :) Eg fari at brúka fleiri av teimum nýggju funkunum, fyri at fáa sniðið betrað.

– NN

Details

Date:
apríl 23
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
Free
Event Tags:
,
Website:
https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/skeid/kt

Venue

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
Argir, 160 Faroe Islands
Phone
00298322355

Organizer

KT-landsins
View Organizer Website

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.