Kom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!
- Brúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?
- Er tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani, tú hevur verið á skeið ;)?
- Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?
- Eisini spildurnýggjar funkur?
- Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?
So ert tú komin til rætta stað!
Uppá ½ dag, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, men at tú bara ikki dugur tað.
Tú fert at læra spildurnýggjar funkur!
Eitt nú …
- Zoom
- Transition Morph
- Sletta bakgrund á einari mynd
- Innseta 3d-icon
- Innseta onlinevideo
- Teksta tína framløgu
- Taka video av skerminum
Lær at teksta og/ella umseta tína framløgu >>
Teksta? Ja, um tú t.d. heldur tína framløgu á donskum, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað tú sigur – LIVE. Sera gott um tú skalt halda upplegg fyri onkrum útlendingum. So kanst tú tosa tað málið sum tú dugur best (tó enn ikki føroyskt), og fáa umsett tað tú sigur, til nógv ymisk mál.
Umseta? Ja, um tú t.d. hevur fingið ein tekst á enskum, sum tú vilt umseta og seta inn í títt PowerPoint, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað fyri teg. Eisini til føroyskt (tó er tað føroyska ikki 100% rætt enn)
G.G.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.