Uppá ½ dag, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, men at tú bara ikki dugur tað.
Eitt nú …
Teksta? Ja, um tú t.d. heldur tína framløgu á donskum, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað tú sigur – LIVE. Sera gott um tú skalt halda upplegg fyri onkrum útlendingum. So kanst tú tosa tað málið sum tú dugur best (tó enn ikki føroyskt), og fáa umsett tað tú sigur, til nógv ymisk mál.
Umseta? Ja, um tú t.d. hevur fingið ein tekst á enskum, sum tú vilt umseta og seta inn í títt PowerPoint, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað fyri teg. Eisini til føroyskt (tó er tað føroyska ikki 100% rætt enn)
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.