Search by
Loading Events
Skeið 15. november 2024

KT | Lær Planner | Fá stýr á og legg tínar uppgávur til rættis

15. november 2024
09:00 - 12:00
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
8 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1700 u/mvg
Kostnaður
Melda til

Planner | Eitt hent og einfalt tól, til at stýra og bólka uppgávur á ymiskan hátt eftir tørvi


  • Hevur tú eina verkætlan – lítla ella stóra?
  • Eru tit eru fleiri fólk, ið arbeiða saman um hana?
  • Gloyma tit onkuntíð, hvørjar avtalur tit hava um hvør ger hvat?

So er Planner eitt sera hent og einfalt tól, sum hjálpir tykkum at stýra øllum uppgávunum. Tit kunnu lættliga halda skil á hvør ger hvat, hvørjar uppgávur eru loystar og hvørjar eru eftir. Tit síggja nær deadline er, um nógv manglar osfr.

 

Hvat er Planner?

Planner er eitt stýringstól, sum fylgir við Office 365 for Business haldinum.  Planner er ein einføld onlineskipan, sum riggar væl bæði til teldu, teldil og á telefonini. Planner arbeiðir saman við Outlook, Teams og øðrum Microsoft produktum.

 

 

Lær m.a.:

at stovna eina nýggja ætlan og uppgávur

  • at stovna eina ætlan í Planner
  • at leggja uppgávur og tíðarfreistir afturat
  • at býta eina verkætlan upp í smærri uppgávur

at býta út uppgávur og at fylgja framgongdini

  • at býta uppgávur út til ymiskar persónar í bólkinum
  • hvussu ein fylgir framgongd og dagførir status á uppgávum

at leggja viðheft skjøl og viðmerkingar afturat

 

 

Við Planner hevur tú altíð yvirlit yvir, hvussu verkætlanin gongur

Við at filtrera uppgávurnar í Planner, kanst tú skjótt og lætt síggja, hvørjar uppgávur tú hevur, hvørjar hasta mest osfr. Tú kanst eisini fáa yvirlit yvir uppgávurnar hjá hinum og síggja um onkur t.d. hevur fingið ov nógvar uppgávur tillutaðar. Tú kanst seta deadlines, deila fílur og tit kunnu kjatta um uppgávurnar og annars fylgja við í, hvussu verkætanin gongur.

Tit fáa sostatt eitt gott yvirlit yvir allar uppgávurnar. Óansæð um tað eru tínar egnu ella uppgávurnar hjá hinum verkætlanarluttakarunum.

Harumframt fært tú eitt flott grafiskt yvirlit eisini, har tú sært status og um tað er onkur uppgáva sum tú eigur at halda eitt serligt eyga við.

 

Kom og lær at brúka Planner uppá 3 tímar
– og nýt tað alt fyri eitt

 

G.G.

Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.

Details

Date:
november 15
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
Free

Venue

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
Argir, 160 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
00298322355

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
KT | Lær Planner
Sí prís ovast á hesi síðuni. Gjaldstovan sendur tær rokningina.
kr. 0,00
8 available