Lær at skipa tínar notur og hugskot við OneNote
Óansæð hvar tú ert, kanst tú notera tær tíni gullkorn!
- Hevur tú ofta nógvar bóltar í luftini?
- Er borðið og teldan hjá tær kanska yvirklistrað við gulum seðlum?
- Vaknar tú ofta mitt um náttina, tí tú hevur gloymt at skriva tingini niður?
- Kundi tú hugsað tær eitt amboð, sum kann hjálpa tær at skipa og halda stýr á øllum hesum?
So er OneNote eitt sera gott amboð til tín. Við OneNote er lætt at halda stýr á øllum tínum notatum, hugskotum og øllum hugsandi tilfari.
Tak alskyns notatir á einum stað, uttan at missa yvirlitið
Kom á skeið og lær m.a. >>
- Lær at skipa OneNote júst til tín tørv
- Lær at nýta OneNote, sum títt dagliga notatamboð – bæði á telduni og telefonini
- Lær at goyma teldupostar saman við viðkomandi tilfari – t.d. í sambandi við verkætlanir, planleggingar o.a.
- Lær at leggja tilfar beinleiðis av netinum í OneNote
- Lær at deila notatbøkur, so fleiri kunnu arbeiða saman
Vælkomin á skeið í OneNote!