Kom við
– og lær Excel uppá 2 dagar.
Stuttligt skeið.
Tú fert ikki at angra tað;)
Blív ein meistari til Excel!
Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini?
So er tað er nú, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. Kom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-). Tekna teg bara longu beinanvegin. Fyrr ella seinni mást tú læra Excel. Um tú altso arbeiðir við listum, tølum, grafum, hagtølum vm.
Hóast hetta er eitt grundleggjandi skeið í Excel, so lærir tú eina rúgvu og blívur ein litil meistari til Excel uppá bara 2 dagar.
Eitt sindur um Excel
Excel er eitt rokniark, har tað er møguligt at arbeiða við tølum, listum og grafum upp á allar hugsandi (og óhugsandi) hættir. Við at luttaka á hesum skeiðinum, fært tú grundleggjandi kunnleika til Excel. Tú lærir tær mest brúktu og mest týðandi funkurnar. Aftaná skeiðið kanst tú brúka og fáa stóra gleði av forritinum í tínum dagliga arbeiði. Arbeiðir tú við tølum (t.d. roknar út fíggjarætlanir, kostnað av onkrum projektið, hvat ein vøra ella tænasta kostar) ella listum (td. starvsfólkalistar, tilmeldingarlistar osfr.), so garantera vit, at tú fert at elska Excel.
Lærir tú Excel, fer ein heilt nýggjur heimur at opna sær fyri tær 😉
Tað merkir, at tú fert at kunna, á ein einfaldan máta, halda skil á og hava yvirblikk yvir øll tíni mál. Tú fert at kunna gera útrokningar og gera broytingar í útrokningunum, uttan at skula rokna alt út umaftur. Arbeiðir tú t.d. við listum, eitt nú tilmeldingarlistar, so kanst tú uppá 2 sek. finna útav, hvussu nógvar kvinnur og hvussu nógvir menn hava teknað seg, ella hvussu nógv hava teknað seg ein ávísan dag.
Tað sum fyrr tók upp í fleiri tímar
– fer at taka tær 3 min.
Og ja, tað er ikki eingongd lygn 🙂