Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er Teams.
Á hesum skeiðinum – fokusera vit uppá TEAMS >>
Á skránni 👇
- Fá yvirlit yvir Teams
- Lær at deila fílur við Teams
- Lær at kjatta gjøgnum Teams
- Lær at brúka Teams fundir
- Lær at deila skerm, so tú kanst vísa hinum tín skerm
- Lær at deila framløgur, Excelfílar vm.
- Lær hvussu tit kunnu taka fundin uppá, so tit hava atgongd seinni, til hvat var sagt (slepp undan fundarfrágreiðing)
- Onnur tips og spurningar
Eitt vanligt Teamsskeið, har tú lærir alt frá A-Z, er eitt heildagsskeið.
Men við hesum snarskeiðið, koma vit skjótt í gongd 😉
So kanst tú læra rest seinni;)
Hvat er Teams?
Teams er ein forrit, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur.
Teams kann samanlíknast við bólkar á Facebook. Facebook brúkar tú til privata nýtslu. Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til, at skipa sítt samskifti í bólkum, sum á Facebook.
Undir Teams kunnu tit td. kjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað í einum stað. Tit fáa eitt greitt og produktivt samarbeiðsrúm.
Harafturat ber eisini til at sameina Teams við nógv onnur amboð og tænastur. Eitt nú Planner, sum vit eisini læra at brúka á skeiðinum.
G.G.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.