Search by
Loading Events
Skeið 26. september 2024

Góð og effektiv fundarleiðsla

26. september 2024
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
13. september 2024, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
14 luttakarar
6 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1680 kr. u/mvg
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,6/10
Melda til

Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu

Við effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós, finna felags mál og syrgja fyri, at tit fáa tað burturúr fundinum, sum tit fegin vilja.
Tey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava, at teir eru effektivir, geva meining, skapa úrslit, ikki fara av sporinum o.s.fr.

Ofta gongst ikki sum ætlað

Hetta kemst av, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er, at fundirnir eru væl fyriskipaðir, at tey røttu fólkini luttaka, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir, ið verða tiknar á fundunum.


Á hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.

 

Á skránni

  • Ymisk sløg av fundum
  • Endamál við fundinum
  • Fyrireiking av tí góða fundinum
  • Hvør skal luttaka, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?
  • Fundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?
  • Hvussu tryggja vit, at øll vera hoyrd?
  • Hvussu tryggja vit, at fundurin ikki fer av sporinum?
  • Hvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?
  • Uppfylging av fundum
  • Hvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera, so vit tryggja, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.

 

Vælkomin á skeið í fundarleiðslu!

Eg fari ongantíð aftur at koma for seint til fund :)

– Luttakari 2024

Hvussu man skal skipað fundin á besta hátt.
Hvussu týdningarmikið tað er at orða nakrar generellar fundarreglur.

– Luttakari 2024

Gott at fáa uppfríska tað vitan,ein hevði frá einum sera góðum skeiðshaldara.
Har komu nógv góð amboð fram,so sum fundarreglar t.d.
Nú eri eg betri ílatin til fundir,framyvir.

– Eli Brimsvík, Havnar Handverkarafelag

skeiðið er viðkomandi fyri øll sum skulu agera sum fundarstjórar og luttaka nógv á fundum. Tað er eisini viðkomandi fyri royndar fundarstjórar.

– Luttakari 2023

Skeiðið kann viðmælast øllum, sum hava við umsiting og leiðslu at gera.

– Luttakari 2023

- Byrja fundin við at eftirmeta úrslitini av síðsta fundi.
- Sum fundarleiðari altíð at velja ein skrivara (ikki gera fundarfrásøgn aftaná fundin).
- Byrja og enda avtalaðu tíðina.
- Enda fundin við greiðum avtalum um hvør skal gera hvat og nær.

– Atli Ellendersen, Tórshavnar Musikkskúli

Details

Date:
september 26
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
kr.1.680,00
Event Categories:
, , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Góð og effektiv fundarleiðsla
kr. 1.680,00
6 available