Search by
Loading Events
Skeið 29. februar 2024

Góð og effektiv fundarleiðsla

29. februar 2024
09:00 - 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
14 luttakarar
6 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1500 kr. u/mvg
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 10/10
Melda til

Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu

Við effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós, finna felags mál og syrgja fyri, at tit fáa tað burturúr fundinum, sum tit fegin vilja.
Tey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava, at teir eru effektivir, geva meining, skapa úrslit, ikki fara av sporinum o.s.fr.

Ofta gongst ikki sum ætlað

Hetta kemst av, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er, at fundirnir eru væl fyriskipaðir, at tey røttu fólkini luttaka, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir, ið verða tiknar á fundunum.


Á hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.

 

Á skránni

  • Ymisk sløg av fundum
  • Endamál við fundinum
  • Fyrireiking av tí góða fundinum
  • Hvør skal luttaka, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?
  • Fundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?
  • Hvussu tryggja vit, at øll vera hoyrd?
  • Hvussu tryggja vit, at fundurin ikki fer av sporinum?
  • Hvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?
  • Uppfylging av fundum
  • Hvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera, so vit tryggja, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.

 

Vælkomin á skeið í fundarleiðslu!

Details

Date:
februar 29
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
kr.1.500,00

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Góð og effektiv fundarleiðsla
kr. 1.500,00
6 available