Vánalig leiðsla er ein hin størsta avbjóðingin í arbeiðslívinum.
Søgur um happing, misnýtslu av valdi, vantrivna, ágang og tyranniskan atburð eru ikki ókendar. Men hví er tað so trupult? Og nýtist tað at vera ein yvirmenniskjalig uppgáva at leiða onnur? Ein uppgáva, sum næstan er ógjørlig at útinna uttan at gera mistøk?
Verður ov stórt trýst lagt á leiðsluna?
Kann tað vera, at vit leggja ov stórt trýst á leiðsluna? Eingin kann gera undurverk, og veruleikin er, at leiðarin hevur ikki so avgerandi týdning fyri alla organisatiónina, sum vit ofta halda. Tó hevur leiðarin stóran týdning fyri síni starvsfólk – bæði á góðan og ringan hátt. Tí mugu vit leggja minni dent á tað, sum fólk ikki dáma við teirra leiðara, og heldur leggja dent á tað, sum starvsfólkini virðismeta.
Høvuðsleikluturin hjá leiðararnum er ikki at vera tann, ið ræður og tekur avgerðir
Í bókini ”Gid min chef var høvding” roynir Dennis Nørmark saman við kolleganum Christian Groes at endursiga søguna um leiðaran og at vísa á, at tað ikki er í leiklutinum sum tann, ið ræður ella tann, ið tekur avgerðir, at leiðarin skal finna sítt høvuðsendamál. Hann skal finna sítt endamál í sínum førleika at styðja uppundir felagsskapin, at savna træðrirnir, at lurta og at tryggja samstarv. Tað er júst tað slagið av leiðarum, sum vit evolutionert hava lært okkum at dáma best. Og tað var tað slagið av leiðarum, sum vóru til í upprunasamfeløgunum, áðrenn vit fingu hieraki og framíhjárættir. Hetta var áðrenn leiðsla fór at hugtaka ov mangir sjálvsnøktarar og karrienomadar…
Á verkstovuni fáa vit íblástur frá høvdingum bæði úr fortíðini og nútíðini, høvdingar, sum hava fingið góð úrslit í sínum leiðslustíli
Í hesari verkstovu fer Dennis Nørmark at vísa, hvat vit fáa burturúr at venda vanligu pyramiduni á høvdið og byrja at síggja makt sum nakað annað enn at ræða yvir øðrum, og hvussu vit kunnu fáa íblástur hjá úrslitagóðum høvdingum úr fortíðini og nútíðini. Á henda hátt kunnu vit aftur geva leiðaranum umráðandi og realistiskar uppgávur at útinna.
Sum leiðari lærir tú at finna høvdinga menningarmøguleikar í tær sjálvum, ella finnir tú útav, at tú longu útinnir høvdingaleiðslu, ella um tú kanska hevur eitt gott petti eftir at koma á mál.
Djúpt í norðurlendsku mentanini
Vit hyggja eftir, hvussu vit venda perspektivinum, at makt er avgerandi, til at vera fokuseraði uppá at økja um ávirkan, fáa fylgiskap, ráðgeva og venda sær móti felagsskapinum. Vit beina fyri mytunum um leiðslu og finna íblástur í einum máta at orientera seg uppá, sum finst djúpt i norðurlendsku mentanini.