Search by
Loading Events
Skeið 14. - 15. november 2024

Fyrisitingarrættur fyri teg, ið ikki er løgfrøðingur

14. - 15. november 2024
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
1. november 2024, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
16 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
5996,- u/MVG
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,3/10
Melda til

Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í

  • hvørt tú hevur notatplikt ella ikki?
  • um ALT skal noterast ella hvar markið gongur?
  • um tú ert ógegnig/ur í einum málið?
  • hvør tað er, sum skal hoyrast, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?
  • hvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?
  • Og ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni, partshugtakinum, ummælisrættinum, viðger av trúnaðarupplýsingum, hvussu tú skalt grundgeva, kæruvegleiðingini osfr. osfr.

So er hetta skeiðið nakað fyri teg.

 

Aftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær, hvat, hvør og hvussu;)

Á hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan, sum tær tørvar, til at halda fyrisitingarlógina, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð.

Endamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga.

Tú fært gott skeiðstilfar, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum.

Á skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr, av at tosa við hinar luttakararnar.

 

Málbólkur | Skeið fyri øll, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina, men sum ikki eru løgfrøðingar

Skeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna, sum hava tørv á at læra um, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni.

Ert tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað  øgiliga langt síðani, at tú hevur verið á skeið, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat.

Kom við og slepp undan at ivast í, um tú gjørt tingini rætt.

 

Eitt skeið, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)


Undirvísari: Petur Elias Nielsen, løgfrøðingur

 

Eg haldi at allir málsviðgerðar eiga at fáa repiterandi skeið í fyrisitingarrætti av og á.

– Luttakari 2021

Gott at fáa áminning um at halda góðan sið. Veit ikki um eg enn dugi nakað betri, men eg hugsi fyrisitingarrættin inn í ymsar støður nú, og tað ger summar støður lættari. At hava eina lóg at fyrihalda seg til og at "lena seg uppat", ger at eg ikki altíð skal hugsa um og uppfinna eina loysn, tí svarið er har.

– Luttakari

Eg veit hvørji viðurskifti eru galdandi nær, og hvussu ein ber seg at á rættasta hátt fyrisitingarliga.

– Luttakari

Sera gott skeið, har so at siga alt var líka spennandi og viðkomandi

– Luttakari

Tað verður lættari at taka fyrisitingarligar avgerðir og at grundgeva.

– Luttakari innan tað almenna

Petur Elias dugdi ómetaliga væl at greiða frá fyrisitingarrætti á "menniskjaligum" máli. Eg havi fingið nógv betur innlit í fyrisitingarlógina, og fari heilt víst at hava "ferðsluljósini" í huga í framtíðini

– Luttakari innan tað almenna

Fekk greina fyrisitingarlógina út í smálutir

– Luttakari

Eg haldi allir málsviðgerðar eiga fáa repiterandi skeið í fyrisitingarætti av og á.

– Luttakari 2022

Details

Start:
november 14 @ 09:00
End:
november 15 @ 15:30
Cost:
kr.5.996,00
Event Categories:
, , , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Fyrisitingarrættur fyri teg, ið ikki er løgfrøðingur
kr. 5.996,00
15 available