Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í
- hvørt tú hevur notatplikt ella ikki?
- um ALT skal noterast ella hvar markið gongur?
- um tú ert ógegnig/ur í einum málið?
- hvør tað er, sum skal hoyrast, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?
- hvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?
- Og ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni, partshugtakinum, ummælisrættinum, viðger av trúnaðarupplýsingum, hvussu tú skalt grundgeva, kæruvegleiðingini osfr. osfr.
So er hetta skeiðið nakað fyri teg.
Aftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær, hvat, hvør og hvussu;)
Á hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan, sum tær tørvar, til at halda fyrisitingarlógina, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð.
Endamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga.
Tú fært gott skeiðstilfar, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum.
Á skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr, av at tosa við hinar luttakararnar.
Málbólkur | Skeið fyri øll, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina, men sum ikki eru løgfrøðingar
Skeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna, sum hava tørv á at læra um, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni.
Ert tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað øgiliga langt síðani, at tú hevur verið á skeið, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat.
Kom við og slepp undan at ivast í, um tú gjørt tingini rætt.
Eitt skeið, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)
Undirvísari: Petur Elias Nielsen, løgfrøðingur