Feedback – helst títt besta leiðsluamboð
Feedback er gull vert, rætt og slætt. Við góðum feedback kunnu vit skapa betri úrslit og fremja broytingar og skapa trivna.
Feedback er kanska títt allarbesta leiðsluamboð. Bæði sum stjóri, leiðari, verkætlanarleiðari, bólkaleiðari vm.
Men tó er eru fellir og forðingar.
- Hvussu rósar mann, sum leiðari, starvsfólkið, uttan at tað samstundis virkar sum ein fjald atfinning av øllum hinum starvsfólkunum?
- Hvussu gevur tú kritikk uttan at virka ákærandi?
- Og hvussu um tú skýggjar ósemjur?
- Hvussu slepst undan at man ljóðar uppgjørdur – kanska sum um mann júst hevur verið á skeiðið í feedback?
Sum leiðari hevur tú eina serliga ábyrgd fyri feedbackmentanini.
Alt, sum tú sigur og ger, kann fatast sum feedback av tínum starvsfólkið. Tí verður tað lættari hjá tær at leiða, um tú ert tilvita um hvussu tú gevur og móttekur feedback.
Á hesum skeiðinum lærir tú, hvussu tú gevur øðrum nakað at vaksa av, hvussu tú sleppur undan fellunum og vinnir á forðingunum.