Lær at brúka Excel meira professionelt!
Kundi tú eisini hugsað tær at tikið næsta stigið í tíni nýtslu av Excel? At duga at nýtt Excel til meira enn bara tað mest grundleggjandi?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg!
Fá stýr uppá skabelónir, innlit í pivottabellir o.m.a.
Nógv av okkum, sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Men vit vita, at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn teir, vit vanliga nýta. Vit vita eisini, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt.
Hetta skeiðið er ætlað teimum, sum duga tað grundleggjandi í Excel, men sum kundu hugsað sær at tikið næstu fetini.
Góður møguleiki at spyrja
Excel víðkað er eitt tvey daga skeið og hetta merkir, at tú fært góðar stundir til at læra allar tær nýggju, snildu og framkomnu funkurnar. Eisini verður góður møguleiki at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst “á talvuni”, men luttakararnir sleppa eisini alla tíðina at royna seg við hvør síni teldu.